Glyvravegur 40, FO-625 Glyvrar +298 566600 vrg@vrg.fo

Um vinnustevnuna Faroexpo

Vinnustevnan Faroexpo (partenariat & ráðstevna) verður á hvørjum árið hildin í mai mánaða. Faroexpo 2025 verður hildin frá týsdegnum 20. mai til hósdagin 22. mai.

Úrslit við luttøku á Faroexpo:

  • Økt virksemi

  • Øktan kundaskara

  • Breiðari netverk

  • Økta sølu

  • Størri marknað

Við at luttaka á Faroexpo hava tit møguleika at náa úrslitum omanfyri!
Umframt sjálvt partenariatið er eisini ein spennandi og áhugaverd ráðstevna á skránni, sum eisini er opin fyri almenninginum.
Bylgjan (Ítróttar- og fimleikarhøllin í Runavík) virkar sum høvuðsøki fyri partenariatinum. Vinnustevnan byrjar við einum móttøkutiltaki týskvøldið 20. mai og endar við eini ráðstevnu hósdagin 22. mai.


Tað er fyritøkan VRG (Virkisráðgeving) á Glyvrum, ið samskipar Vinnustevnuna.

Hjartað í føroyskum vinnulívi

Sum vertur fyri Faroexpo er Runavíkar Kommuna errin av at bjóða vinnufólki og íleggjarum úr Føroyum og uttanlands vælkomin. Faroexpo er ein spegilsmynd av tí virkisfýsni og samstarvsvilja, sum eyðkennir kommununa – eitt stað, har nýggj sambond verða skapt, og nýggjar hugsanir fáa lív.

MEIRA UM RUNAVÍKAR KOMMUNU
Vit nýta farspor
Farspor (cookies) verða nýttar á heimasíðuni, til tess at minnast tínar stillingar og geva tær eina góða heimasíðuuppliving.